Norski felagskapurin til vernd av villa laksinum, Redd villaksen, ið er deild av North Atlantic Salmon Fund (NASF) boðar í dag frá, at so at siga allir íbúgvar á Seyðisfirði mótmæla uppá tað harðasta, at norska alifyritøkan Måsøval skal fáa loyvi til at seta aliringar út í fjørðin.
Måsøval hevur trýst har á at sleppa at framleiða 10.000 tons av alilaksi um árið.
Umleið 75% av íbúgvunum á Seyðirsfirði siga kortanei til at teirra fjørður skal oyðast og eru hart ímóti at fleiri firðir og laksaáir í Íslandi skulu offrast á karráða alilaksaaltarinum.
Sagt verður frá at Seyðisfjørður ikki hevur tørv á fleiri arbeiðsplássum, og einki arbeiðsloysi er í teirra lokalsamfelag, ið hevur tillagað seg tær fortreytir og karmar náttúran og umhvørvið gevur teimum innan m.a. ferðavinnu, tænastuveitingar og list í breiðum høpi.
Lokalsamfelagið verður trumlað niður av aggressivum útlendskum alifeløgum, og peningaliga úrtøkan fer av landinum til spekulantar og eigarafeløg.
Óansæð hvar alivinnan er stødd í Íslandi íkoma orrustur í lokalsamfelagnum, og samstundis er villi laksurin fyri álvarsomum hóttafalli.
Noreg hevur sett villa laksin á reyðlista fyri oyingarhótt djór, ið má sigast at verða sera álvarsamt.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo