Leygardagin 21. oktober 2023 verður seyðasýning í Kvívík.
Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.
Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.
Byrjað verður kl.10.00, har mát verða tikin av seyðunum. Sýnarar koma úr Vágum, eftir døgurða heldur sýningin fram.
Virðislønir vera latnar fyri:
- Hagi (1, 2 & 3)
- Seyður (1, 2 & 3)
- Veðrur 1
- Eldri veðrur 1
Aftaná døgurða verður, kaffi/te og kaku til øll vitjandi.
Eftir seyðasýningna verða haru hagarnir seldir.
Tiltakið er alment.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo