Leygardagin 24. oktober, verður seyðasýning í Kvívík, tiltakið verður uppi á Símunarbrekku. Tiltakið er alment.
Byrja verður kl. 09.00, har eigararnir koma við teirra seyði. Seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnsmenninir ikki síggja hvør eigarin er. Sjálv sýningin byrjar kl. 10.00. Sýnsmenninir sum koma at meta um seyðin koma frá Norðoyggjum.
Virðislønir í vera latnar eru:
Besti veðragjólingur (1, 2 og 3)
Besti hagi (1, 2 og 3)
Besti veturgamli veðrur
Besti eldri veðrur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo