Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skøran er ein grøn lítil pest, sum oyðileggur plantulívið í Føroyum. Og meðan skøran fær allar yvirskriftirnar, so hava vit ein fittan føroying, sum er nógv verri fyri plantulívið enn skøran.

Tað er hasin lodni, sum syrgir fyri ullintum hosum, heitum troyggjum og smakkar heilt forbannað væl. Misskil meg rætt. Eg eri fan av seyði, men tað eru plantur tíverri ikki. Og so leingi tær fýrbeintu sláimaskinurnar marinera føroysku fjøllini, so hevur plantulívið somu odds sum eitt kavablak á brennistøðini.

Sakin er tann, at tað byrjar at blíva eyka skallut við náttúruøkjum í Havnini. Og felagsnevnarin fyri náttúruøkini er, at tey magneta fólk, sum lyktapelar magneta insektir. Hygg bara at plantasjuni og økinum kring Svartafoss og Hoydalar. Har eru altíð fólk, sum blíva magnetaði.

Tann føroyski Kolumbus
… og nú kemur pointið. Fyrradagin skuldi eg læra sonin at súkkla. Eg visti, at ein fótbóltsvøllur lá við Føroya Tele í Hoyvík. Og tað passaði perfekt til endamálið, tí so kundi hann detta uttan at bróta seg sundur.

Komin til vøllin, fekk eg eina lítla opinbering. Ja, eg hevði funnið eitt nýtt land, sum ikki var í familju við Føroyar.

Har vóru trø, sum fóru langt upp eftir hegninum kring vøllin, sum er eini 4-5 metrar høgt. Har var lívd, so sólin slapp at baka í frið, uttan at vindurin forstýraði. Eitt ókeypis uttandura solarium.

Og fert tú eitt sindur forbí vøllin, so sært tú eina park við trøum og plantum. Next level stuff. Og eg merkti beinavegin, hvussu heilin seyg tað geniala umhvørvið í seg. Og seinastu tveir dagarnar havi eg følt meg sum reinkarnatiónina hjá Kolumbus, tí eg fann eina fjalda náttúruperlu í Hoyvík.

Talan er um eitt fimmstjørnað fuglahotel, luftreinsarar, biodiversitet, lívd, estetikk, stressviðgerð og trivna í einum… og feitasta fótbóltsvøllin í Føroyum.

… nakað, sum ongantíð hevði hent, um økið var ætlað til seyð.

Hey Mylnutjørn, tú ert næst
Sakin er tann, at vit fara longri og longri vekk frá nattúruni, og vit verða faktiskt eisini verri og verri fyri sálarliga av tí sama. Og so er tað spurningurin: Vilja vit offra eitt sindur av seyði fyri parkir, trø, plantur, betri sálarheilsu, biodiversitet og 5 stjørnað fuglahotel?

Persónliga eri eg fyri tí - ikki, at allur seyðurin skal fáa ein danskan mink deyða -, men at vit fáa nøkur fá seyðafrí øki. Og, at økini skulu brúkast til parkir við trøum og fuglum, sum syngja tínar yndissangir, meðan tú fyllur lunguni við frískari luft.

Mítt fyrsta boð er Mylnutjørn í Hoyvík. Ein mega hugnalig tjørn, har mann longu hevur hyggað eitt sindur. Men har er næstan altíð vindur, og sami vindur blæsur sjarmuna vekk. Men um mann gjørdi eina Føroya Tele park har, so hevði mann fingið bæði lívd og lív í økið.

Havi frætt frá Føroya Tele gartnarunum, at teir fingu at vita, at projektið var deyðadømt, tí har var alt ov nógvur vindur. Men nú 15-20 ár seinni, so hava vit eina mega hugnaliga park í Hoyvík. So tað er bara at fara í sving beinavegin við Mylnutjørn, so komandi ættarlið kann fáa enn eitt mini paradís um 15-20 ár.

Hergeir Staksberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo