Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ber tað til at "hata" abort og homosexualitet uttan at blanda religión uppí?

Onkur heldur at tað ikki ber til, tí at religiónin er orsøkin til andstygdini fyri abort og homosexualiteti.

Um tað er rætt, so haldi eg at tað er legitimt at siga, at grundarlagið undir religiónini í dag er mótstøðan ímóti abort og homosexualiteti.

Hettar merkir at heimsins størstu religiónir - islam og kristindómur - hava sama virðisgrundarlag: stríðið ímóti abort og homosexualiteti - ja, og valdið á kynslívinum.

Úrslitið av hesari perversu útgávuni av religiónunum er eitt moralskt forfall.

Innan kristindómin er analogiin hirði/seyður væl dámd. Tvs at tey sum prædika - elitan - eru hirðarnir, meðan vit sum lurta eru seyðirnir.

Hirðarnir eru tey við tí góða moralinum, tey fólkaligu, hampuligu, dannaðu. Tey, sum leiða seyðin inn á tað røttu rásina; inn á tann smala vegin, har tað andaliga og tað moralska telja meira enn materielt ríkidømi.

Seyðurin er so hini: tey ómoralsku, ófólkaligu, ódannaðu; tey sum vilja sleppa á tann breiða vegin fyri at kunna dyrka sína tráan eftir pengum og ognum; stutt sagt: tey syndafullu.

Men nú vísir ein kanning, at hirðarnir eru minst líka ómoralskir, sum seyðirnir.

Ja, tað er so galið, at hirðarnir trívast betri á tí breiða vegnum enn seyðirnir.

Onkur vil vera við at tað altíð hevur verið ætlanin hjá hirðunum at fáa seyðin yvir á tann smala vegin, so tað varð meira pláss hjá teimum sjálvum á tí breiða vegnum.

Men tað eru sjálvandi óndar tungur, sum siga slíkt.

Hirðarnir hava verið so upptiknir av kynslívinum hjá seyðunum, at teir hava gloymt moralin oman fyri nalvan.

Man kann siga at hirðarnir eru raktir av "innavl".

Úrslitið av øllum hesum er at hirðarnir hava mist tamarhaldið á sær sjálvum.

Moralurin er í upploysn.

Ólevnaðurin og óflýggjaskapurin ímillum hirðarnar er so stórur, at seyðirnir mugu tala at.

Eg fari tí, sum umboð fyri seyðafylgið, harliga at átala at hirðarnir hava latið ein moral vaksa fram í samfelagnum, sum sigur nei til umsorganarskylduna; ein moral, sum eggjar okkum til undanstøkking og ábyrgdarloysi.

Vit, sum umboða eitt ávíst seyðafylgi, fara nú at skipa fyri ymiskum átøkum, til frama fyri samfelagsmoralin.

Nøkur dømi:

Undir heitinum "ETISKA RÁÐI OMAN FYRI NALVAN", fara vit at bjóða eitt alternativ til "ETISKA RÁÐI NIÐAN FYRI NALVAN" hjá kristnu-moralsku elituni.

"JA TIL SAMFELAGSUMSORGANARSKYLDU" verður eitt alternativ til "NEI TIL SAMFELAGSUMSORGANARSKYLDU".

"GEVIST AT MISSBRÚKA BÍBLINA" er eitt átak vent ímóti Politiskum Kristindómi.

Vit fara at krevja sama rætt, sum kristna-moralska elitan, at koma í KVF.

Okkara boðskapur er meira samfelagsuppbyggjandi enn tann hjá teimum.

Vit fara at ítøkiliggera moralin í dag og ikki tann fyri fimm túsund árum síðani - ongin búði í Føroyum fyri fimm túsund árum síðani.

So nú er at fara til verka.

Kristoffur D. Olsen
Átaksleiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo