BirkBloggur: 578 blaðsíður um seyð á sama máli um somu tíð.
Tað vísur, hvussu ídnir, fyri ikki at siga nørdasligir, føroyingar eru uppá tann góða mátan, og samstundis hava hjúklað um góða smakkin í kjøti.
Og nú eru 35 krov av taraseyði komin av North Ronaldsay í Orknoyggjum at verða borðreidd í Áarstovu.
Keldur vísa at fólk hava búð í Orknoyggjum í 6.000 ár.
- Hugsast kann, at samband hevur verið við Føroyar gjøgnum øldirnar, og seyðurin kanska er komin henda vegin eisini.
- Fleiri orð og hugtøk úr landbúnaði ganga aftur í málunum, og mín tesa er, at orknoyingar kunnu vera millum fyrstu niðursetufólk á Sandi, og at seyðabeinini á Junkarinsfløtti og seinasti seyðurin úr Lítlu Dímun kundu verið av sama slag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo