Sevilla gippaði Manchester United úr Champions League í 2018. Í dag brestur Sevilla finaludreymin hjá Ole Gunnar Solskjær, skrivar norska Nettavisen.
- Sevilla er marran hjá United. Teir útklassaðu bretarnar í Champions League í 2018, og við tí byrjanin til endan hjá José Mourinho á Old Trafford. Nógv er hent síðani tá, men sjálvt um úrslitini hava verið betri undir Ole Gunnar Solskjær, so halda vit at Manchester United fær trupulleikar móti spaniólunum í semifinaluni í kvøld, skrivar Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo