Fróðskaparsetur Føroya: Tað er Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri. Evnið er sera aktuelt og leggur upp til orðaskifti um mál í Føroyum. Nógv ymisk mál verða brúkt í føroyska samfelagnum, og enskt ávirkar í størri og størri mun málnýtsluna, serliga millum ung. Í nýggjari kanning siga 30% av 1300 spurdum børnum í 4., 6. og 9. flokki, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og 13% siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum.
Talgildingin ávirkar eisini málnýtsluna í samfelagnum sum heild. Í talgildu miðlunum er enska málið ráðandi. Í nógvum samanhangum og samrøðum verður enskt brúkt sum eitt slag av kotuskifti – við snøggum enskum frøðiheiti verður hetta nevnt “code-switching” – og t.d. prentar Fróðskaparrit, sum upprunaliga hevði til endamáls at menna eitt føroyskt vísindamál, í dag ein stóran part av greinunum á enskum.
Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólk fáa høvi til at hoyra meira um evnið og gera viðmerkingar og spyrja. Kjakið verður skipað soleiðis, at fakfólk leggja fyri við tveimum stuttum framløgum. Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini, og Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini fáa 7-10 min. í part til framløgu. Síðani verður evnið viðgjørt við eitt pallborð, har tað afturat Jógvani og Hjalmari sita Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari og politikari, og Jóhannis Danielsen, sum er adjunktur í lívfrøði og leggur seg eftir at undirvísa á enskum. Lagt verður upp til kjak, og áhoyrararnir kunnu luttaka. Orðstýrari verður Kári Mikkelsen, journalistur.
Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 8 november. Øll eru hjartaliga vælkomin. Byrjað verður kl. 19:30, og endað verður kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo