Fróðskaparsetrið: Herfyri var toymið hjá lestrarvegleiðarunum á Setrinum á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar, sum eru at taka eina hægri útbúgving á okkara universiteti.
Fyrrapartin í dag er Setrið saman við Vinnuháskúlanum og Hægri Námi á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu, sum umhugsa at fara undir hægri útbúgving.
Í morgin, 11. apríl, verður Setrið á Tekniska skúla í Klaksvík á Mýrivegi 2, har okkara básur verður uttan fyri miðlasavnið, og okkara fólk til reiðar at greiða frá og vegleiða.
Seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy.
Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl, og freistin at søkja gjøgnum kvotu 1 er 1. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo