Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Umsóknarfreistin til kvotu 2 var 15. apríl. Upp til 30% verða tikin inn á Fróðskaparsetrið eftir kvotu 2.

Tá talið av umsóknum varð gjørt upp, vísti tað seg, at 112 umsøkjarar høvdu søkt um upptøku.

Hetta er annað árið á rað, har møguligt hevur verið hjá umsøkjarum at søkja um upptøku elektroniskt. Í ár valdi nógv tann størsti parturin av umsøkjarunum at søkja umvegis elektroniska umsóknarblaðið, tvs. lutfalsliga fleiri enn undanfarna ár.

Býtið av Kvotu 2 umsøkjarum millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:

Sjúkrarøkt   40
Lærari  26
Námsfrøði   19
Búskaparfrøði  6
Føroyskt  2
Søga  2
Sosialvísindi  5
Orkuverkfrøði  1
Orkuvísindi  1
Orkuvísindi og støddfrøði  2
Hjánám í støddfrøði  1

Kynsbýtið millum umsøkjararnar til kvotu 2 er 19,6 % menn (22 umsøkjarar) og 80,4% kvinnur (90 umsøkjarar). Í 2016 var býtið 30,6% menn og 69,4% kvinnur, so lutfalsliga fleiri kvinnur hava søkt um upptøku gjøgnum kvotu 2 í 2017.

Miðalaldur á teimum, ið søktu um upptøku gjøgnum kvotu 2 í 2017 er 28,6 ár, og er hetta eitt vet lægri/yngri enn í 2016, tá miðalaldurin var 30,2 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo