Almanna- og Heilsumálaráðið: Týsdagin 28. juni, verður spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi.
Tiltakið er kl. 15.00 í Reynstúni á Argjum. Stjórin fyri Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin og Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo