Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 100/2022: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hevur lagt málið fram 30. mai 2023, og eftir 1. viðgerð 1. juni 2023 er tað beint Uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. og 12. juni 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Reiðarafelag, Verksmiðjutrolarar, Faroe Agency, MEST, Pelagos, Kommunufelagið, Vónina, Vørn, Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Hammer, Sólvit E. Nolsø, Liljan Weihe og Annika Olsen) tekur undir við at strika § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022 um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Tá Løgtingið 6. mai 2022 samtykti løgtingslógina um avmarkandi tiltøk og gav landsstýrismanninum heimild at áseta nærri reglur um avmarkandi tiltøk mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi, bleiv samstundis gjørt eitt broytingaruppskot, ið skuldi avmarka heimildina hjá landsstýrismanninum.

Broytingaruppskotið hevði til endamáls, at øll tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, ikki kunnu setast í verk uttan heimild í serstakari løgtingslóg, sbr. § 1, stk. 2 í lógini. Tað er ein umfatandi avmarking hjá landsstýrinum, tí lutfalsliga er tað so sera nógv, ið kann verða ávirkað av hesum tiltøkum.

Støðga ella avmarka vit búskaparlig samstørv við onnur lond, kann hetta hava víðfevndar avleiðingar fyri búskapin í landi okkara, og samfelag og vinna kunnu verða meint rakt. Uttanríkispolitiskt sendir hetta eisini eitt sterkt signal, og onnur lond fylgja neyvt við. Her er sjálvandi alneyðugt, at landsstýrismaðurin ráðførir seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, um tey møguligu, ítøkiligu tiltøkini, ið ætlan er at seta í verk við heimild í løgtingslógini, sbrt. § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Á hendan hátt verður tað kjølfest í politisku skipanini.

Meirilutin ynskir, at breið semja er um førda uttanríkispolitikkin, til frama fyri land og fólk.

Viðgerðir í Løgtinginum verða ofta partapolitiskar og flyta seg frá ítøkiliga málinum og kunnu harvið fáa óneyðuga neiliga ávirkan á føroyska uttanríkispolitikkin.

Uttanríkispolitiskar ósemjur eiga ikki at verða viðgjørdar í Løgtinginum. Tí hevur tað stóran týdning, at so hvørt sum landsstýrismaðurin nýtir víðkaðu heimildina, ið varð tikin frá undanfarna landsstýrismanni, so tekur meirilutin tað sum eina sjálvfylgju, at landsstýrismaðurin sbrt. § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ráðførir seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Bárður á Steig Nielsen) metir tað vera sera týdningarmikið, nú tað áliggur okkum at taka støðu í einum so álvarsamum uttanríkispolitiskum máli, at vit staðfesta eina skipan, ið vit skulu brúka frameftir.

Nú vit hava fingið størri leiklut á uttanríkispolitiska økinum og leypandi fáa fleiri upplýsingar um uttanríkis- trygdar- og verjumál, skulu vit eisini taka fleiri avgerðir.

Landsstýrið hevur tillagað sínar arbeiðsgongdir og hevur skipað eitt trygdarráð, har kunnað verður um hesi mál, og tey verða viðgjørd. Tíðin er nú komin til, at vit tillaga skipanina við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, soleiðis at hon tekur atlit til nýggju tíðina við leypandi kunning frá landsstýrinum á uttanríkispolitiska økinum.

Hesin minnilutin heldur, at ein slík skipan skal byggja á álit millum landsstýrið og Løgtingið, tí tað eru ávís uttanríkismál, ið skulu viðgerðast sum trúnaðarmál, og skulu tey tí viðgerast millum Uttanlandsnevnd Løgtingsins og landsstýrið.

Viðgerðin av støðu Føroya mótvegis Russlandi hevur verið merkt av manglandi rutinu og tvørrandi politiskum áliti, har málið heldur hevur verið politiskur løtuvinningur enn at føra langtíðar føroyskan uttanríkispolitikk, føroysku tjóðina at frama.

Viðvíkjandi støðu Føroya mótvegis Russlandi mælir hesin minnilutin til, at Føroyar leggja seg upp at Noreg og seta samsvarandi tiltøk í verk.

Um endamálið hjá landsstýrinum er at fylgja altjóða tiltøkum og tilmælum, og samstundis gera vart við sína ónøgd móti Russlandi, metir hesin minnilutin, at tað er rættast at hava einsljóðandi boðskap sum onnur lond.

Við tilmælinum hjá hesum minnilutanum kunnu Føroyar greitt boða frá, at vit hava sett somu tiltøk í verk, sum ES og Noreg.

Hesin minnilutin setir fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tiltøk sbrt. §1 kunnu setast í verk, tó skal landsstýrismaðurin fáa heimild í serstakari løgtingslóg, um fiskivinnuavtalur við onnur lond ella avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum verða avmarkað.”

Serligar viðmerkingar
Stk. 2 verður orðað av nýggjum.
Tað verður heimilað at seta tiltøk í verk sbrt. § 1 í løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022, um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Men ætlar landsstýrismaðurin ella landsstýrið at seta í verk átøk, ið avmarka fiskivinnuavtalur við onnur lond ella avmarka avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum, kunnu hesi átøk ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg.

Hesin minnilutin tekur við hesi broyting og viðmerkingum undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti (Jacob Vestergaard) hevur hesar viðmerkingar:

Tiltøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk móti Russlandi, hava nógv størri ávirkan á føroyska búskapin, enn tey tiltøkini, sum nakað annað land í vesturheiminum hevur sett í verk móti Russlandi.

Meðan tiltøkini eru oyðileggjandi fyri føroyska búskapin, gera tey ongan mun, tá tað snýr seg um at órógva ella steðga russisku krígsmaskinuni.

Ætlaðu tiltøkini órógva fiskivinnusamstarvið í Norðuratlantshavinum, har Russland er ein stórur leikari. Tey tiltøkini, sum fyri nógvum árum síðan vóru sett í verk fyri at fyribyrgja ránsveiðu, verða nú slept, og farið verður aftur til tað gamla, har russisk skip umskipa á opnum havi, har tað ikki er møguligt at hava eftirlit við, hvat skipini hava í lastini.

Vandi er eisini fyri, at Føroyar fara at standa einsamallar, tá talan er um fiskivinnusamstarvið í Norðuratlantshavinum. Samstarvið millum Noreg og Bretland um makrelfiskiskapin, er dømi um tað, og vísir eisini, at tætta samstarvið millum Noreg og Russland á fiskivinnuøkinum ikki er ein forðing fyri samstarvi við Bretland.

Við ætlaðu tiltøkunum fær ein landsstýrismaður heimild til við kunngerð at stýra kommunalum virksemi. Havnirnar, har russisk skip landa og umskipa, eru kommunalar havnir, sum kommunurnar hava ræði á, og tí gera ætlaðu tiltøkini seg ógvisliga inn á tað kommunala sjálvræðið.

Allur føroyski útflutningurin, eisini útflutningurin til Russland, eins og fiskiveiðiavtalan við Russland og tað sum er tongt at fiskiveiðiavtaluni, snýr seg um matframleiðslu og flutning v.m. av mati, og tí eru tiltøkini, ætlanin er at seta í verk, ikki í samsvari við altjóða tilmælir um ikki at seta tiltøk í verk móti matframleiðslu og flutningi av matvørum.

Hesin minnilutin heldur, at tað skal verða Løgtingið, sum tekur avgerðir í einum so týðandi máli, soleiðis sum fyriliggjandi lóggáva leggur upp til. Tað ber væl til at hava eina viðgerð í Løgtinginum, uttan at almenningurin fær innlit í viðgerðina, um vandi skuldi verið fyri, at trúnaðarupplýsingar verða almennar.

Viðvíkjandi støðu Føroya mótvegis Russlandi mælir hesin minnilutin til, at Føroyar leggja seg upp at Noreg og seta líknandi tiltøk í verk.

Um endamálið hjá landsstýrinum er at fylgja altjóða tiltøkum og tilmælum og samstundis gera vart við sína ónøgd móti Russlandi, metir hesin minnilutin, at tað er rættast at hava einsljóðandi boðskap sum onnur lond.

Við tilmælinum hjá hesum minniluta kunnu Føroyar greitt boða frá, at vit hava sett somu tiltøk í verk, sum ES og Noreg.

Tí verður skotið upp, at Løgtingið heimilar landsstýrismanninum at seta tiltøk í verk, sum kunnu avmarka virksemið hjá russiskum skipum til ávísar havnir í Føroyum, har landsstýrismaðurin í samráð við kommunurnar avtalar, hvørjar havnir talan skal verða um.

Hesin minnilutin setir fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg. Tó kann landsstýrismaðurin avmarka virksemi hjá russiskum fiskiskipum at fara fram í ávísum havnum í Føroyum.”

Serligar viðmerkingar
Ásetingin í stk. 2 er broytt nakað. Við uppskotnu orðing verður landsstýrismanninum heimilað at avmarka virksemi hjá russiskum fiskiskipum at fara fram í ávísum havnum í Føroyum, uttan at hava heimild í serstakari løgtingslóg. Hetta merkir t.d. ikki, at landsstýrismaðurin kann avmarka virksemi til bert at umfata nakrar ávísar tænastur ella annað. Tá er neyðugt við heimild í serstakari løgtingslóg sbrt. § 1, stk. 2, 1. pkt.

Hesin minnilutin tekur við hesi broyting og viðmerkingum undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein triði minniluti (Jenis av Rana) tekur støðu í tingsalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo