Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Sambært seinastu temafrágreiðing hjá Búskaparráðnum, er førdi fíggjarpoitikkurin ikki haldførum. Hetta kemur av, at tað í framtíðini ikki verður sama lutfall sum í dag millum talið av forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast. Miðal livitíðin hjá føroyingum er økt og talið av árum á pensjón er økt tilsvarandi. Tað er tískil, longu sum nú er, vorðið tyngri hjá arbeiðsfjøldini at fíggja útreiðslurnar til vælferðartænasturnar.

Royndirnar vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum. Búskaparráðið mælir tí politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa árliga, soleiðis at útreiðsluvøksturin ikki av sær sjálvum fylgir inntøkuvøkstrinum.

Øll viðurskifti, sum lækka almennu útreiðslurnar ella hækka inntøkurnar, bøta um fíggjarpolitiska haldførið. At hækka pensjónsaldurin betrar um haldførið, bæði tí pensjónsútreiðslurnar hjá landskassnum minka, og tí almennu inntøkurnar hækka av, at fólk halda fram á arbeiðsmarknaðinum.

Verða átøk ikki framd, fer almenni geirin sum frálíður at fáa eitt áhaldandi og veksandi hall, og fíggingartørvurin fer komandi 40 árini at svara til 45 mia. kr. tilsamans. Verður pensjónsaldurin øktur við einum ári fimta hvørt ár við byrjan í 2035, minkar fíggingartørvurin hinvegin niður í 12 mia. kr. komandi 40 árini. Neyðugt er, at politiska skipanin, umframt at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár, fremur nýskipanir sum økja um inntøkurnar og minka um útreiðslur í almenna geiranum, fyri at almenna skuldin ikki áhaldandi skal veksa.

Búskaparráðið mælir tí politisku skipanini til í eini breiðari semju at seta sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum 10 ár fram í tíð, sum er í samsvar við ein haldføran búskap í langa høpinum, tað vil siga hjá landi og kommunum undir einum. Politiska skipanin kann eitt nú seta sær fyri, at almennu útreiðslurnar og inntøkurnar skulu javnviga í 2035.

Síðani skal metast um almennu inntøkurnar fram til 2035, og hvørt hesar inntøkur røkka til at fíggja væntaðu almennu útreiðslurnar, sum haldføriskanningin hjá Búskaparráðnum vísur, tær ikki gera. Er ikki ynski um at fremja nýskipanir, má politiska skipanin greiða frá, hvussu nógv ávísar almennar tænastur og veitingar skulu skerjast, ella hvussu nógv skatturin skal hækka, fyri at røkka málinum um javnvág millum inntøkur og útreiðslur í 2035.

Eftirfylgjandi samráðast land og kommunur um ein útreiðslukarm, ið fevnir um eitt styttri tíðarskeið, til dømis 4 ár. Útreiðslukarmurin liggur fastur, men kommunurnar kunnu frítt raðfesta innanfyri karmin, sum teimum lystir. Karmurin skal vera treytaður av, at málið um javnvág í 2035, verður rokkið.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo