Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum í Norðurbryggjan í Keypmannahavn, Fríggjadagin 5. mai kl. 21. Hurðarnar vera lætnar upp kl. 20.

Fyrsta framførslan hetta kvøldið er við singer-songwriter Guðrið Hansdóttir, ið upptraðkar við síni trio. Tey seinastu 10 árini hevur hon verið sera virkin á tí útlendska og føroyska tónleikapallinum. Hon hevur givið fimm soloplátir út og spælt víðahvar í heiminum.

Guðrið er eisini kend fyri sítt samstarv við Janus Rasmussen í tí vælumtóktu elektro-duo'ina BYRTA. Nýggjasta vælumrødda fløgan hjá Guðrið "Painted Fire" (2016) er útkomin í Skandinavien og í Týsklandi. Tónleikurin hjá Guðrið er ein rúmmiskur blandingur av fólkatónleiki og poppi við einum sera melankolskum úttrykki.

Evnaríki listamaðurin Heiðrik á Heygum hevur áður sýnt fram sín málningalist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, men hetta kvøldið setur hann við síni fínu rødd orð á egnar upplivingar frá LGBT-miljønum í einum lítlum samfelagi sum tað føroyska.

Eitt evni, ið er sentralt á nýggju fløguni "Funeral". Her verður lurtarin tikin við á eina dapra og humoristiska og eisini konfrontatoriska ferð til eitt jazz og fólkainspirerað univers sum í 1930-40unum. Við sær hevur Heiðrikur guitara, bass, trummir, ukulele og strúkarar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo