Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vísandi til yvirlýsingina frá MEGD, og umtaluna, sum hevur verið um Sernám, vilja vit stutt kunna um okkara virksemi.

Lógargrundlagið hjá Sernámi er staðfest í Fólkaskúlalógini, grein 4 stk. 5 og 6.

Munur á er ikki mismunur
Høvuðsarbeiðið hjá Sernámi er fakliga lagað eftir tørvinum hjá einstaka barninum og umhvørvinum, sum barnið er í.

Tað er ymiskt, hvør tørvurin er hjá barninum og hjá dagstovninum/skúlanum, og verða atlit tikin til hesi bæði, tó við barninum í miðdeplinum.

Um øll børn skuldi fingið sama átak bjóðað, gagnar tað bara nøkrum fáum av teimum, tí støði ikki verður tikið í tørvi og menning hjá einstaka barninum og tørvinum hjá umhvørvinum, sum barnið er í í gerandisdegnum.

Øll børn eru ymisk, og vil eitt og sama amboð ikki vera rætta val til øll, um tað skal stimbra eitt nú málsligu menningina hjá barninum.

Ábyrgd og ræðisrættur
Øll átøk, sum Sernám er partur av, verða gjørd í einum samstarvi millum dagstovn/skúla, foreldur og Sernám.

Sernám er ein ráðgevandi stovnur til fólkaskúlar og dagstovnar, men tað er skúlaleiðslan/dagstovnaleiðslan, sum avger hvat teirra skúli/dagstovnur fer í samstarv um.

Sernám er ein fakligur stovnur, sum í hvørjum einstøkum føri ger eina fakliga meting av tørvinum.

Í mun til børn við Down Syndrom
Tá talan er um tey allaryngstu ella nýføðingar, sum á ein ella annan hátt eru fødd við tarni/ týðuligum tørvi, fær Sernám sum oftast hesi boð beinleiðis frá Landssjúkrahúsinum.

Tá byrjar samstarvi heima við foreldrunum, síðan saman við dagstovninum og heldur fram har.

Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til, eru oftast ein fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi.

Onnur fakfólk, ið talan kann verða um, eru sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.

Meira kann lesast um okkara virksemi á heimasíðuni www.sernam.fo

Sernám

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo