Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nordic Aqua Partners, sum fæst við at ala laks á landi í Kina, boðaði í vikuni frá, at 190 tons av laksi verða ikki seld sum mannaføði sum annars ætlað, tí serliga lívrunna evnið geosmin hevur gjørt, at fiskurin ikki smakkar sum hann skal.

Føroyingar eiga ein stóran part av Nordic Aqua Partners, og Ragnar Joensen, stjóri, sigur við VP, at sjálvt um tað sum er hent kom óvart á, so er ikki talan um nakra álvarsliga støðu.

- Evnið er nátúrligt, men um tað kemur fyri í ov stórum nøgdum, so fær fiskurin ein annan smakk enn vit eru von við. Og tað var tað sum hendi her, sigur hann.  

Fiskurin verður fyribils frystur niður, til funnið verður fram til, hvussu hann kann brúkast. Men tað er greitt, at úrtøkan ikki verður tann sum ætlað, og tí fer hetta at ávirka henda ársfjórðingin og helst eisini restina av árinum, verður sagt í børsfráboðanini. Meira verður sagt um tað, tá tikið verður saman um annan ársfjórðing í august.

Marknaðurin reageraði við at senda kursin á partabrævinum niður, men hann rættaði seg kortini nakað aftur. Tá vikan var av, var partabrævið góð 15% minni vert enn tá vikan byrjaði.

Tangarnir, har fiskurin gekk, eru tømdir og skulu reinsast áðrenn nýggjur fiskur verður koyrdur í teir.

Ragnar Joensen letur annars væl at gongdini. Umleið 600 tons av laksi eru farin á marknaðin og brúkararnir í Kina hava tikið sera væl ímóti vøruni, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo