Mánadagin hevur bóndin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð, eisini nevndur “The King Of Kalsoy”, bjóðað til serliga avdúking úti á Kallinum. Líka síðani nýggjasti James Bond filmurin varð frumsýndur, hava røddir róð framundir, at bóndin á Trøllanesi hevur havt ætlanir um eitthvørt spennandi, ið kann brúkast í ferðavinnuhøpi.
Væntað verður, at nýggjast James Bond filmurin fer at selja oynna væl, og at fleiri ferðafólk fara at leita sær hendavegin komandi dagarnar og mánaðarnar.
Jóhannus upplýsir, at hann longu nú hevur fingið fleiri bókingar frá útlendskum ferðafólkum, sum ynskja at síggja vitan, náttúruna og ikki minst staðið, har James Bond lat lív.
Hvat ítøkiliga verður avdúkað, vil Jóhannus Kallsgarð ikki siga meiri um enn, men nevnir samstundis, at tað verður løgmaður, Bárður Nielsen, ið fer at avdúka serligu nýggjheitina á hátíðarhaldi úti á Kallinum mánadagin 21. mars
Høvuðsrøðari verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Skrá - 21. mars 2022
10:00 SAM siglir úr Klaksvík
10:20 Bussur koyrir av ferjuleguni í Syðradali til Trøllanesar 10:45 Fara til gongu norð á Kallin
12:00 Hátíðarhald á Kallinum - Stuttar røður verða hildnar 12:10 Løgmaður avdúkar
12:30 Ganga heim í bygdina
13:30 Kaffi og smákøkur á Trøllanesi
15:15 Bussur koyrir til Syðradals
15:50 SAM siglir til Klaksvíkar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo