Sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, hann eitur Marius Borg Høiby, er varðhaldsfongslaður í eina viku fyri harðskap og fleiri neyðtøkur.
Málið er ikki nýtt, skuldsetingar hava leingi ljóðað ímóti honum, men nú hava fýra kvinnur og ein maður staðið fram, og norska løgreglan hevur valt at varðhaldsfongsla Marius Borg Høiby, hóast komandi kongurin er fosturpápi hansara.
Við norska Se&Hør sigur Caroline Vagle, sum er serfrøðingur í norska kongshúsinum, at hetta væl kann hótta framtíðina hjá kongshúsinum.
- Fólkið vendir kongshúsinum bakið av málum sum hesum. Og vendir fólkið kongshúsinum ryggin, so er ongin orsøk hjá teimum kongligu at vera har, tí teirra størsta uppgáva er at savna fólkið, sigur hon.
Í 2017 ynsktu 81% av normonnum at varðveita kongshúsið. Í ár er hetta talið fallið til 62%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo