Framtíðin hjá tí útsetta OL í Tokyo í 2021 er treytað av eini koronavaksinu, halda medisinskir serfrøðingar, skrivar NRK.
Teir hava mist nógv av trúnni upp á at tað verður møguligt at gjøgnumføra OL næsta summar.
Fleiri og fleiri, eisini í Japan, ivast í at tað verður gjørligt at skipa fyri OL og Paralympics í Tokyo.
– Fyri at vera erligur so haldi eg ikki at tað er sannlíkt at OL verður næsta ár, sigur professarin og virusserfrøðingurin Kentaro Iwata á Kobe-universitetinum í Japan, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo