Danski serfrøðingurin og professarin, Claus Vinther Nielsen, luttekur á almenna fundinum, “Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, hósdagin 25. oktober, kl. 09.00-12.00 - í Norðurlandahúsinum. Har fer hann at umrøða rehabiliteringsskipanina í Danmark og hvørjar ætlanir eru um menning á økinnum.
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum bjóðar vælkomið og innleiðir almenna fundin.
Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen, professari, MD, PhD Klinisk Socialmedicin og Rehabilitering, Institut for Folkesundhed, Aarhus Universitet, at legjga fram og greiða frá rehabiliteringsskipanini í Danmark og ætlanum um menning. Claus er eisini formaður í Rehabiliteringsforum Danmark.
Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen at greiða frá sínum royndum sum formaður í Rehabiliteringsforum Danmark, har hann m.a. hevur ábyrgdina av at:
· Skapa netverk fyri at menna rehabilitering í Danmark
· Viðvirka til, at rehabiliteringstilboðini í Danmark betrast
· Røkja danska limaskapin í Rehabilitation International
· Umboða tann hægsta fakkunnleikan innan fyri rehabiliteringsøkið
· Skjalfesta búskapaligu virðini av rehabilitering, herundir tað búskaparliga virðið av at viðgera einstøk menniskju
· Viðvirka til, at kjakið um rehabilitering verður styrkt
· Ávirka soleiðis, at rehabiliteringsútbúgvingar fáa best møguligt innihald og eisini, at settar verður á stovn læknaligar sergreinar innan rehabilitering
Á fundinum fer eisini Rósa Samuelsen, fyrrv. løgtings- og landsstýriskvinna at greiða frá sínum royndum innan rehabilitering við denti løgdum á politisk sjónarmið og loysnir, og fer hon eisini at leggja fram ítøkilig lógaruppskot um rehabilitering.
Harafturat fer Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur, at greiða frá tørvinum á rehabilitering í Føroyum, herundir um, hvussu verandi rehabilitering virkar og ikki virkar í praksis.
Les meira: Skrá fyri almenna fundin um rehabilitering í Føroyum
Les meira: Lýsing av almenna fundinum um rehabilitering í Føroyum
Sambandsflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo