Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um vikuskiftið skipaði NORA fyri fyrsta part av stóru norðuratlantisku kokkakappingini Arctic Young Chef, sum er kokkakapping fyri kokkar yngri enn 30 ár, bæði útlærdir kokkar og kokkalærlingar kunnu taka lut.

Vinnarin í Íslandi gjørdist 20 ára gamli Andrés Björgvinsson, sum við einum forrætti úr lambssíðu og einum høvuðsrætti við saltfiski og skyr hugtók dómararnar.

Høvuðsdómari í Íslandi var Teitur Christensen, sum vanliga er kokkur á Bitanum í Havn, hann var hugtikin av kappingini og er spentur um kappingina í Føroyum. “Eg vóni at allir lærlingar og kokkar, sum hava aldur at vera við tekna seg, tí hetta er ein sera góður møguleiki at læra seg enn meiri. Eisini vóni eg at kappingin kann økja áhugan fyri kokkahandverkinum og kokkastarvinum í Føroyum. Tað verður spennandi at síggja hvat okkara fáa burturúr á Sjómannadegnum,” segði Teitur eftir kappingina í Íslandi.

Íslendskir miðlar við RUV á odda sýndu kappingini sera stóran áhuga og sendu frá kappingini bæði í útvarpi og sjónvarpi, umframt at helst best umtókta sjónvarpssendingin Landinn, ger heilt nógv burturúr kappingini í sending síni komandi sunnudag. Sera nógvir áskoðarar vóru og hugdu meðan kappingin var, eini 2000 fólk vitjaðu á Menntaskólanum í Kópavogi meðan kappingin var.

Næsta kappingin verður í mai í Grønlandi og síðani tann føroyska, sum verður 17. august á Sjómannadegnum í Klaksvík, seinasta innleiðandi kappingin verður í Mosjøen í Noregi 12. September.

Myndir síggjast her: https://www.dropbox.com/scl/fo/a2xqt18nvbt96tzs9opfz/h?rlkey=ktcjv1ucyaczqni2c0niidjhv&dl=0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo