Landsverk: Vestmannavegurin er stongdur fyri í kvøld. Tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni, Elduvíkar og Gjógv.
Tað eru ring koyrilíkindir á Æðuvíkarvegnum, Millum Fjarða og Eiðisvegnum.
Tað er nógv jarðrok á Fuglafjarðarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum.
Tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum, til Syðradal á Streymoynni og Gásadal.
Givist verður at grava á Oyggjarvegnum kl. 18. Givist verður at grava kl 21. aftaná tað kann tað vera ógvuliga torført at koma fram millum bygda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo