Illfýsna veðrið ger helst, at fleiri fólk enn annars koma til størsta valstaðið í Føroyum, høllina á Hálsi í Havn, í bili enn annars.
Bilrøðirnar eru niðan til Villingardalsvegin og longur, frætta vit úr Havn.
Hóast vánaliga veðrið hevur valluttøkan kring landið ikki verið verri enn hon plagar.
40.200 fólk hava valrætt til kommunuvalið í dag, 1.000 fleiri enn seinsta val.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo