Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Mánadagin 28. august var móttøka á Sendistovu Føroya í Reykjavík í samband við at sendifólkaskifti fór fram.
Frá 1. september verður Hanna í Horni sendikvinna, meðan Halla Nolsøe Poulsen takkar fyri seg fyri at taka við sum stjóri í NORA.
Fitt av fólki høvdu leitað sær inn á gólvið, harímillum altingslimir, ráðharrar, sendifólk og vinir hjá sendistovuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo