Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið.

Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.

Elisabeth F. Rasmussen er 36 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015.

Seinastu 5 árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur m.a. leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum.

Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo