Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya hava gjørt semju fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025.
Semja er um, at lønirnar hækka 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% síðsta árið.
Tað eru broytingar gjørdar í sáttmálanum og avtalað er, at partarnir skulu dagføra seravtalu um lærarar, ið undirvísa á fleiri musikkskúlum.
Semjan kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo