Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-107/2022 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um fiskavirkisskipanina

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv er útgoldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini?

2. Hvussu stórur partur av hesum er útgoldið til starvsfólk á virkjum í ali- og uppsjóvarvinnuni?

3. Í samgonguskjalinum stendur, at fiskavirkisskipanin skal eftirmetast. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin við hesum arbeiði?

Nr. 1
Samlaða útgjaldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini er á leið 239.669.000 krónur. Sí talvuna niðanfyri.

Útgjald: 229.316.711 kr.
Eftirløn: 5.758.837 kr.
Almenn gjøld: 4.593.191 kr.

##med2##

Nr. 2
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini til starvsfólk á ali- og uppsjóvarvirkjum árini 2012 – 2022 er umleið 120.389.000 krónur. Eftirløn og almenn gjøld eru ikki við í upphæddini.

Útgjøldini í 2023 á stívliga 9,0 mió. krónur eru ikki við í hesi upphæddini.

Um borið verður saman við samlaðu upphæddina hesi árini – uttan eftirløn og almenn gjøld – so eru á leið 53% av samlaðu útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini goldin starvsfólkum á ali- og uppsjóvarvirkjum.

##med3##

Nr. 3
Tá føroyska arbeiðsloysisskipan varð sett á stovn í 1992 skuldi skipanin vera ein fulltíðararbeiðsloysisskipan, har fólk fingu arbeiðsloysisstuðul í (helst) styttri tíðarskeið, meðan tey vóru arbeiðsleys.

Hesi seinastu 10 árini ella so er útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini vorðið alsamt vaksandi partur av samlaða útgjaldinum hjá ALS, og harvið er skipanin í vaksandi mun vorðin ein ískoytisarbeiðsloysisskipan heldur enn ein fulltíðararbeiðsloysisskipan, og nærum helmingurin av samlaða útgjaldinum er nú arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.

Stýrið fyri ALS, sum er sett saman av umboðum fyri arbeiðsmarknaðin, hevur gjørt eina eftirmeting av fiskavirkisskipanini og hevur mælt til at gera nakrar broytingar í kunngerðini um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum. Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í kunngerðini til hoyringar. Hoyringarfreistin er 14. juni 2023.

Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina og harvið fáa hægri útgjald og verða tøk til onnur størv. Ítøkiliga er talan um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skal persónur hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til. Annars verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum og fær ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Sum nú er, ber til at vera í og fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, um onki arbeiði er á fiskavirkinum, í upp til átta vikur. Um persónur fer til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu vikuni, verður tíðarskeiðið longt við átta vikum afturat. Fólk kunnu sostatt vera arbeiðsleys og hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð.

Broytingarnar hava harumframt við sær, at tað skulu ganga minst fýra vikur, frá tí at ein persónur er dottin úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur.

Dettur ein persónur úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16 arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og/ella søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá ið fýra vikur eru gingnar. Fer persónurin í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Kunngerðin um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli ásetur, hvussu nógv kann verða arbeitt, samstundis sum viðkomandi fær lutvíst útgjald úr ALS.

Samanumtikið fara broytingarnar at hava við sær, at fólk koma skjótari inn í vanligu arbeiðsloysisskipanina, har útgjaldið er hægri enn í fiskavirkisskipanini, og harvið verða skjótari tøk at taka á seg annað arbeiði.

Semja er ikki í stýrinum fyri ALS um, hvørt ali- og uppsjóvarvirkir framhaldandi skulu vera partur av fiskavirkisskipanini, og tískil er einki tilmæli komið til landsstýriskvinnuna um at gera broytingar hesum viðvíkjandi.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo