Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um vantandi viljan hjá Maskinmeistarafelagnum at finna semju um at endurnýggja verandi sáttmála partanna millum. Sáttmálin fór úr gildi tann 1. okt. 2022.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heitti í fleiri umførum í 2023 á Maskinmeistarafelagið um at fáa samráðingar millum partarnar í gongd. Hóast hetta eydnaðist okkum ikki at fáa veruligar samráðingar fyrr enn í feb. í 2024.

Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv tann 26. feb. 2024. Síðani hava partarnir havt 5 samráðingarfundir, áðrenn Maskinmeistarafelagið ynskti at fáa Semingsstovnin at taka yvir samráðingarnar.

Semingstovnurin hevur síðani roynt at finna semju millum partarnar, og hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gingið fleiri av ynskjunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti. Hóast hetta, so tykist tað ikki, at vilji er til staðar at finna semju, hinumegin borðið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í samráðingunum lagt stóran dent á at møta ynskjunum hjá formanninum í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinni Bech um at fáa meira skipaði viðurskifti fyri starvsfólk í stavi hjá SEV og IRF, harímillum at fáa greiðar ásetingar- og skilna millum starvsfólk, sum arbeiða í vaktarskipan – og ikki. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undrast tí á, hví formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vísur so lítlan vilja at finna eina semju. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í stóran mun gingið krøvunum hjá Maskinmeistarafelagnum á møti, so rúm er ikki fyri at flyta seg meira, sum støðan er júst nú. Maskinmeistarafelagið tvíheldur um nøkur ófrávíkilig krøv, sum beinleiðis gera seg inn á leiðslurættin hjá arbeiðsgevarunum. Hetta kunnu vit í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum ikki góðtaka.

SEV og IRF ynskja sjálvsagt bestu arbeiðsumstøður fyri síni starvsfólk, bæði tá ræður um, hvussu vaktararbeiðið skal skipast og lønast. Hetta royna vit í Kommunala Arbeiðsgevarafelagum at lofta, men hvørja ferð vit ganga Maskinmeistarafelagnum á møti, so kemur felagið við nýggjum krøvum, sum hava við sær at leiðslurætturin verður fluttur frá arbeiðsgevarunum til leiðsluna í Maskinmeistarafelagnum. Hetta gongur ikki, tí leiðslurætturin er arbeiðsgevarans.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísur staðiliga ákærunum hjá Maskinmeistarafelagnum aftur - um, at felagið ynskir óskil á sáttmálaøkinum – og, at arbeiðsgevarar bróta galdandi sáttmála við teimum skipanum, sum arbeitt verður eftir í dag. Tær skipanir, sum starvsfólkini arbeiða eftir í dag eru í tráð við sáttmálan, sum undanfarnir formenn í Maskinmeistarafelagnum í fleiri umførum hava góðkent við endurnýggjan av sáttmálunum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer við hesum at heita á Maskinmeistarafelagið um at koma aftur til samráðingarborðið til veruligar samráðingar. Tað ber ikki til at samráðast um ófrávíkilig krøv.

Lat okkum fáa eina semju um nýggjan sáttmála soleiðis,  at limirnir í Maskinmeistarafelagnum fáa ágóðan av lønarhækkanini í tíðarskeiðinum frá okt. 2022 fram til í dag. Tað liggja, sum nú er fleiri enn 3 mió kr. og bíða eftir at verða goldnar út í lønarhækkanum til limirnar í Maskinmeistarafelagnum. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 4. sept. 2024
Per Martin Gregersen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo