![Sement 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/0/csm_Sement_02_b9969dd41b.jpg)
![Sement 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/0/csm_Sement_02_b9969dd41b.jpg)
Sement 2024: Ert tú tónleikari? So er tað nú, at tú skal byrja at venja til Sement 2024. Fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og hervið lata vit upp fyri tilmeldingum.
Í ár verður Sement 13., 20. og 27. apríl. Uttan at avdúka ov nógv, so kunnu vit siga, at vinningarnir í ár eru fantastiskir!
Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl kl. 12:00. Tú meldar teg til á www.torsgota.fo/sement
Og tú kann fyrireika teg til Sement við at luttaka á Ment. Eitt ókeypis tiltak, har tú fært góða ráðgeving og feedback frá Mikael Blak og Torleik Mortensen. Les meir um Ment á www.torsgota.fo
Vit gleða okkum at síggja teg!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo