Sement: Ert tú tónleikari og droymir um at fara í studio, taka upp og vísa verðini, hvat tú hevur at bjóða uppá? Jamen, so eru góð ráð bílig, tí nú fært tú møguleikan! Tað einasta tú skal gera, tað er at melda teg til Sement 2022. Og vit skulu heilsa og siga, at í ár eru vinningarnir en betri enn seinasta ár!
Sement er ein tónleikakapping fyri allar tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur ella óroyndur. Øll eru vælkomin at luttaka.
Freistin at melda seg til Sement 2022 er 1. mars kl. 12. Og innleiðandi umførini verða 9. 16. og 23. apríl og finalan 30. apríl.
Melda teg til á torsgota.fo/semen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo