Leygardagin, 28. novembur, kl. 17:00, letur Selma Ellingsgaard málningaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Framsýningin hongur uppi til 31. desembur, og tilber annars at vitja framsýningina tá húsini eru opin.
Hetta er fyrstu ferð, Selma sýnir fram í Ribarhúsi.
Selma er av á Eiði og ættarbond eru eisini til Fuglafjarðar.
Omman í faðirætt var úr Fuglafirði og giftist til Eiðis. Eisini ein abbabeiggi av Eiði, í faðirætt, giftist til Fuglafjarðar.
Um seg sjálva, sigur Selma, at føroyska náttúran, ikki minst bergtakandi náttúran, har hon sleit sínar barnaskógvar, er rótfest í sál og sinni og ótømandi kelda til íblástur.
Hon málar eisini so mangt annað, og er tað bæði figurativt og meira abstrakt.
Hon elskaði at tekna og mála sum barn og hálvvaksin.
Neistin kyknaði veruliga aftur í 2014, tá hon slapp á kvøldskúlaskeið í Havn - Og síðani hevur hon so at siga ikki slept penslinum, greiðir hon frá.
Fleiri ár á rað hevur Selma verið á kvøldskúlaskeiðum, umframt eisini á einkultum øðrum listaskeiðnum bæði í Føroyum og í Danmark.
Harumframt hevur hon leitað sær íblástur á netinum og roynt seg á ymsum økjum innan málningalist og tekning.
Selma hevur luttikið á nøkrum málningaframsýningum í Føroyum seinastu árini og á tveimum framsýningum í Danmark í 2019, tá hon var niðri í lestrarørindum.
- Framsýningin letur sum sagt upp upp kl. 17:00, leygardagin 28. novembur og er hon opin til kl. 21:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo