Løgmansskrivstovan: Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at selja allan ognarlutin hjá landinum í P/F Smyril-Line. Talan er um ein ognarlut á 16,238% av samlaða partapeninginum í P/F Smyril-Line.
Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023.
Tað er Faroe Law saman við Kamaradvokatinum Poul Schmith, ið stendur fyri søluni.
Nærri kunning um treytir v.m. kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo