Britney Spears málaði málningin í sambandi við innsavning til offrini eftir hópdrápini í Las Vegas.
Sí video niðanfyri.
Sambært bretska miðlinum Daily Mail, var Spears ikki hjástødd undir aksjónini, men sendi eina videoheilsan.
– Eg eri errin av at kunna kalla Las Vegas fyri mítt heim eisini, og eg eri fegin um at kunna stuðla hesum «Vegas Cares»-tiltakinum, segði hon millum annað, og legði afturat:
– Blómurnar á málninginum umboða eina nýggja byrjan, og tað er í hesum andanum vit hyggja frameftir. Allir pengarnir frá vinnaraboðnum fara til Vegas Cares-minnisgrunnin. Eg elski tykkum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo