Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVREKI”, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Nú kemur so sekstanda leikritið, ”PÁLL FANGI”, sum Louis Zachariasen av Kirkju skrivaði miðskeiðis í 1920-unum. Leikurin er í fýra pørtum. Umframt í Havn (í 1929) hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 16 er 114 síður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo