Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-009/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er málið fyri framleiðslu av frálærutilfari á føroyskum og/ella við støði úr føroyskum viðurskiftum til teirra, sum nema sær handligar og bókligar førleikar eftir fólkaskúlatíðina?

2. Hvussu er støðan í dag hesum viðvíkjandi, og nær væntast, at komið verður á mál?

Svar
Til 1:
Nám hevur sett sær sum mál at fevna øllum C-stig lærugreinum í grundleggjandi lærugreinunum á gymnasialum miðnámi. Farið er eisini undir at framleiða lærugreinir á B-stigi, t.d. er Samfelagsfrøði B júst komin út.

Allar útgávur, ið Nám tekur á seg, taka útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Tá Nám ikki hevur havt nøktandi játtan at avgreiða tær mest grundleggjandi útgávurnar til fólkaskúla og miðnám, hevur tað ikki verið møguligt at fara undir útgávur til yrkisnám ella handaligar útbúgvingar, ið serliga hava við føroysk viðurskifti at gera.

Til 2: Til gymnasialt miðnám koma hesar útgávur út í 2023:
• Føroysk samfelagsfrøði til B-støði í samfelagsfrøði kemur út í 2023 (sBók og pappírsbók)

• Virkisbúskapur til C– og B-stigi koma í 2020-23

• Religión til C-stig kemur út í 2023 (hevur verið royndarkoyrd í 2022/2023)

• Lestrarmenning til lærugreinina lestrarmenning á C-stigi var sett til royndarkoyring í 2022, meðan arbeitt var víðari. Hon kemur út í 2023

• Heimurin fyri 1914 til søgu á C-stigi verður royndarkoyrd í 2023/24, meðan hildið verður fram við Heimurin eftir 1914 til B-stig

• Fysiologi (2009) til lærugreinina ítrótt kemur sum sBók í 2023

Nám arbeiðir í løtuni við at gera eina minni útgávu saman við Búnaðarstovuni um føroyska plantufrøði og grønmetisframleiðslu, serliga egna til Landbúnaðarskeiðið og møguliga til partar av gymnasialu tilfeingisbreytini í Vestmanna.

Um Nám skal koma á mál við føroyskum tilfari til allar lærugreinar á C- og B støði, krevur hetta eina hægri játtan á fíggjarlógini.

Sum dømi kann nevnast, at hædd ikki er tikin fyri føroyskum frálærutilfari til timburútbúgvingina.

At byggja hús í Føroyum kann ikki samanberast við t.d. Danmark, og til at gera hetta krevst føroyskt frálærutilfar, ið má gerast frá grundini.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo