Hetta er fyrsu ferð at so stórt flogfar hjá amerikanska statinum er á vitjan í Føroyum, men við tí er ikki amerikanski forsetin Donald Trump.
Fyri nøkrum árum síðani vóru tvey smá flogfør á vitjan.
Sambært Poul Michelsen, uttanríkisráðharra, so eru 15 fólk við flogfarinum, har seks av teimum eru senatorar frá umhvørvis- og orkunevndini í amerikanska Senatinum, amerikanska sendikvinnan til Danmarkar og átta embætisfólk.
Senatorarnir hava millum annað vitja SEV og Føroya Tele.
Flogfarið lendi á flogvøllinum í Sørvági klokkan 13 seinnapartin í dag úr Tromsø, og fer avstað aftur klokkan 17 til Aberdeen.
Rundferðin endar so á Malta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo