Sambært Reuters sigur løgreglan í Teilandi at cyanideitran var orsøkin til at seks útlendingar doyðu á gistingarhúsi í Bangkok.
Teir seks búðu á fínum gistingarhúsi í býnum, og mistonkti gerningspersónurin er millum teirra. Allir seks hava amerikanskt pass.
Á tíðindafundi segði løgreglan at cyanid var funnið bæði á gløsum og tekoppum. Sambært skyldfólkum hjá teimum deyðu, var ósemja um skuld teirra millum, skrivar NRK
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo