Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: G! leggur í dag seks nýggj növn afturat síni frammanundan umfatandi skrá. Föroysku Sakaris, Dania O. Tausen, Tamara, Supervisjón og Silvitni og svensku Hialösa, standa öll fyri góðsku, men á hvör sín hátt.

Hialösa er ein trio, ið spælir siðbundnan tónleik úr Norðurlondum. Trioin er í lötuni virkin við konserferðini “Scanian very old pop” Framförslan er bygd á siðbundið tónlistarligt tilfar, petti, sangar og nýggj verk. Hetta er siðbundið, forstýrandi og erligt.

Dania og Tamara eru báðar ungar songkvinnur úr nærumhvörvinum hjá G!, báðar við drúgvum royndum, og báðar útgávu aktuellar. 

Onnur solopláran hjá Daniu kemur út í heyst og fyrsta staklagið longu nú fríggjadagin. Hon hevur veruliga funnið sítt ljóð saman við sínum ómetaliga dugnaliga bólki. Dania er kend úr nógvum ymiskum sambondum, og vann blaðung Sement við bólkinum Reality Bytes og aftur í ár við Aggrasoppum. 

Men tað er undir egnum navni, at vit veruliga sleppa at uppliva songkvinnuna og yrkjaran Daniu. Tónleikurin er glöggur við sterkum melodium og spælandi tekstum, bornir av hennara heitu og vinsælu rödd. Hetta er tónleikur, ið fær fólk at steðga á. Hetta er lætt at svölgja, tó uttan at bera brá av lættisoppa. 

Tamara hevur seinastu árini arbeitt uttanlands við sínum tónleiki, úrslitið er higartil trý staklög hetta seinasta árið. Í heyst kemur fyrsta EP'in. Tamara hevur sínar rötur í Fuglafirði og Tanzania. Frá barnsbeini hevur hon skrivað tónleik, ið hon hevur framfört við síni heilt serligu og vökru rödd. Ljóðið er eitt bland millum RnB og Hip Hop og tekstirnir eru nærverandi og persónligir.

Sakaris, ið hevur verið ein stöðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr popplögum, líka síðan debutplátuna í 2012. Hann hevur altíð levera, líkamikið um framförslan er á G! Pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára föðingardag. Í lötuni verður nýggjasta staklagið Thank You tráspælt í föroyskum útvarpi.  Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Sakaris er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi. 

Supervisjón er föroyskt götuteknu, ið elektroniski tónleikarin og tónasmiðurin Lasse Jæger stendur aftanfyri.  Hetta er larmutt, punkkent og teknokent og gerst heilt serligt, við endurtakandi og brotkendu nýtsluni av samplingunum av röddini hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger, hetta er nærum sum eitt eyka ljóðföri.  

Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í september í 2020. Silvitni syngur vakran og avbjóðandi kórtónleik undir könari leiðslu av Cinthiu González Parada. Tær níggju songkvinnurnar hava drúgvar royndir sum kórsangarar, bæði í Föroyum og úti í heimi. Kvinnurnar, sum eru úr Föroyum, Niðurlondum, Týsklandi og Chile, syngja klassiskan og nútímans kórtónleik, ið er skrivaður bæði av föroyskum og útlendskum tónasköldum.

Við hesum 6 növnum eru vit uppi á 37 tónleikanövnum á G! og skráin verður heilt skjótt liðug, komandi vikurnar fara vit at kunngera tey seinastu növnini, umframt skránna fyri Fjósið, ið sum vant hevur eina spennandi mentanarliga skrá. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo