Seinasta mánadag vóru 139 metrar eftir at bora í 2044 metra langa Hvannasundstunlinum. Og 86 metrar vóru eftir at bora í 1804 metra langa Árnafjarðatunlinum.
Seinastu skotini verða helst latin av um einar tvær vikur.
Tá seinasta skotið varð latið av í Hvalbiartunlinum tann 13. juli 2020 gingu tað knappliga 10 mánaðar til tunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu tann 8. mai 2021.
Sáttmálin millum Articon og Landsverk í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall varð undirskrivaður tann 19. apríl 2021. Tá var ætlanin at tunlarnir skuldu lata upp í 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo