Seinasti borgarafundurin um bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður í Skúlanum á Argjahamri týskvøldið 27. februar kl 19.
Skráin er soleiðis, at byrjað verður kl 19 við kaffi og livandi tónum frá Signari í Homrum. Aftaná leggur Annika Olsen, borgarstjóri, fyri, og síðan verður vístur ein stuttfilmur um bústaðarpolitikkin. Aftaná hevur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, framløgu um bústaðarpolitikkin.
Eftir ein steðg er orðið frítt og eftir kjakið rundar Marin Katrina Frýdal av og greiðir frá, hvussu kommunan fer at arbeiða víðari.
Tveir borgarafundir hava nú verið, ein í Finsen og ein í Skúlanum við Løgmannabreyt. Í báðum førum var gott kjak og hópur av fyrispurningum og uppskotum er komið inn til kommununa. Tikið verður samanum, tá allir fundirnir hava verið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo