Andakt til 4. sunnudag eftir páskir: Jóh. 8,28-36. Sálmur 490. Sannleikin um okkum menniskju er tann, at vegna syndina, eru vit als ikki eru so frí og fræls, sum vit royna at sannføra okkum um. Men Gud havi lov og tøkk fyri, at tá vit trúgva á Jesus, ið "er vegurin, sannleikin og lívið" - ja, binda okkum til sjálvan Frelsaran, tá setur Hann okkum av sonnum í frælsi - at elska Gud og næstan - til at liva í kærleikanum og finna frið hjá Honum mitt í meldri og ódnarveðri lívsins.
Marjun Lómaklett, prestur, lesur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo