Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Theodor Thomassen, kendur handilsmaður og útróðrarmaður í Sørvági, andaðist mikukvøldið 9. mars, tá hann sovnaði stillisliga inn. Hann varð 4 mánaðir og 12 dagar yvir 107 ár. 

Theodor varð føddur í Sørvági 28. august í 1908.

Theodor var ein persónliga trúgvandi maður, sum hevði sína føstu gongd í Missiónshúsinum í Sørvági, har hann eisini var sunnudagsskúlalærari í mong ár. Hann var við til at byggja missiónshúsið, har hann legði niður eitt ókent tal av arbeiðstímum. Hann hevur bæði verið handilsmaður og útróðrarmaður.

Hann er sostatt Føroya elsta fólk nakrantíð. Jóhannes Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, átti hetta meti, tá hann doyði, bert 42 dagar undir 106 ár – men Sørvingurin tók hetta meti frá honum gott og væl.

Theodor kann sostatt einaferð enn koma í føroysku metbókina, har hann áður hevur verið sum Føroya elsti útróðrarmaður.

Tá Theodor helt 107 ára føðingardagin 28. oktober í fjør, varð hann spurdur av Kringvarpskvinnuni, Sigrun Brend, um uppskriftina til ein langan livialdur. Theodor svaraði, at hann hevði onga uppskrift, men tó svaraði hann við at sitera eitt danskt sálmaørindi, sum hann dugdi uttanat, og sum hann hevur havt í síni lívsskjáttu sum ein dýrabaran skatt:

Tag Jesus med, hvorhen du længes,
da bliver du så let i sind,
og hvor din frelser ude stænges,
der skal du ikke selv gå ind.
Ta Jesus med hvorhen du farer,
Så skal du aldri fare vill.
Da vokter på deg engleskarer,
Om verden lukker øyet til!

Tá sjónvarpið boðaði frá andlátinum í degi og viku seinasta hóskvøld, tá lótu teir hesa heilsanina vera seinastu orðini í hansara langa lívskapituli. Hetta var sostatt seinasta heilsanin frá Føroya elsta fólki nakrantíð, Theodor Thomassen, til alt Føroya fólk.

Theodor fór til gravar úr Sørvágs kirkju  týsdagin 15. mars. Sørvágs kirkja var fullsett, tá presturin Inga Poulsen Dam prædikaði. Hon gav eina góða lýsing av Theodor, tá hon í prædikuni segði, at Gudsótti, nøgdsemi og bjartskygni virkaði javnvág í langa lívinum hjá Theodor. Eisini siteraði hon Abraham Lincoln, sum segði: ”Tað er ikki mongdin av árum, sum telur, men mongdin av lívi!” Theodor fekk bæði, segði presturin.     

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Guds signing yvir minni eftir Theodor Thomassen.

Poul Jóhan Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo