Ovastin fyri Secret Service í USA, Kimberly Cheatle, fer frá eftir morðroyndina móti forsetavalevninum Donald Trump.
Tað siga tríggjar keldur fyri NBC News.
Cheatle noktaði í gjár at svara spurningum um hendingina undir hoyring í Umboðsmannatinginum, har báðir flokkar heittu á hana um at leggja frá sær undir sera hvøssum atfinningum.
Hon hevur áður tikið ábyrgdina og sagt um morðroyndina at hon var ”størsta fiasko” hjá Secret Service síðani Ronald Reagan var skotin í 1981.
Trump var skjótur við eini viðmerking á sínum sosiala miðli Truth Social.
- Biden/Harris-administrasjónin vardi meg ikki rættuliga, og eg var noyddur at taka eina kúlu fyri demokratinum. Tað var mær stór æra at gera tað, skrivar hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo