Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer ungarski trúboðarin Sebastian Edelmann at greiða frá arbeiðinum við Child Evangelism Fellowship (CEF) og barnalegum í Bereg í Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár.

Í hesum døgum eru hjúnini Georgina og Sebastian Edelmann á vitjan í Føroyum, og vitja samkomur kring landið. Tey komu til landið hóskvøldið 29. august og fara avstaðaftur mánadagin 16. september.

Sebastian vaks upp í kommunistiska Ungarn. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettist í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn. Fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum, var í 2004, og hava hann og konan hesi 20 árini síðan tá vitjað nakrar ferðir her á klettunum.

Sebastian og Georgina hava arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin Child Evangelism Fellowship (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari í arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa.

Sunnukvøldið vitja tey í Betesda, har hann fer at hava ein boðskap frá orði Guds, umframt at  greiða frá leguarbeiðinum í Bereg í Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo