Einir 50 hvalir løgdu beinini í grindini í Sandavági í kvøld, og sýslumaðurin, Finnbogi Midjord metir, at seðlarnir ikki koma út fyrr enn einaferð í morgin.
- Nú fari eg oman á sandin at skriva upp, so skulu hvalirnir sleipast til Miðvágs, so tað verður ikki fyrr enn einaferð í morgin at seðlarnir koma út, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo