Ikki allar Manchester United-legendur hava líka stóra suksess í venjarasessinum sum Ole Gunnar Solskjær, skrivar norska TV2.
Paul Scholes gevst longu eftir bert knappan mánaða sum venjari.
Sjálvur sigur hann orsøkina vera:
– Hesa stuttu tíð síðani eg fekk starvið, gjørdist greitt fyri mær, at eg fekk ikki gjørt sum eg vildi, og soleiðis sum mær var sagt, áðrenn eg tók við, sigur Scholes sambært Daily Mail.
– Eg hevði vónað at fullført innleiðandi skeiðið á 18 mánaðir í felagnum, sum eg havi stuðlað alt mítt lív.
Oldham váttar eisini at Scholes hevur sagt upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo