Heystfrítíð er í døgunum 14. til 18. oktober, og Tjóðsavnið bjóðar á Savnsfagnað. Opið er hvønn dag millum kl.11.00 og 16.00.
Tjóðsavnið er á tremur við tilboðum til bæði børn og vaksin í hesum døgunum, og skráin leggur upp til at forvitni, stuttleika og menning. Evnið í ár til Savnsfagnaðin er samskifti, og eru allar framsýningar, upplivingar og uppgávur tengdar at hesum evnið.
Millum annað er ein spennandi vitanarveiða við sjórænarunum Svart Skegg og Jack Tyler. Til alla vanlukku eru teir strandaðir í Føroyum, og mugu finna sítt kumpass fyri at sleppa til rýmingar. Vilt tú vera við at hjálpa teimum at loysa uppgávur og finna kumpassið? Vitanarveiðan hóskar seg til børn í aldrinum 7-12 ár. Tilmelding krevst fyri at luttaka, og kann hetta gerast á Tjóðsavninum í upplatingartíð. Pláss er fyri 45 børnum hvønn dag.
Tað sigst at ein mynd sigur meira enn 1000 orð - so sjálvandi er Myndaboks við á Savnsfagnaðinum í ár. Ein mynd hevur ótrúlig evnir at samskifta, og at miðla bæði kenslur og løtumyndir. Vit sýna fram gomul myndatól og útgerð knýtta at myndatøku. Tú fær myndina frá Myndaboks heim við ókeypis.
Í ár verður ein nýggj søga um huldugentuna Heiðu at hoyra, og eisini verur ein sangløta. Munnlig frásøgn og sangur eru livandi samskifti, sum hevur ment seg gjøgnum øldirnar, og henda løtan hóskar seg stak væl til tey yngru børnini. Eitt stórt uppgávuhefti er til taks, har høvi er at loysa stuttligar og læruríkar uppgávur, ið stimbra sansirnar og forvitnið hjá børnum.
Sum nakað nýtt verður ein Kahoot spurnakapping – hon er bæði stuttligt og lærurík. Komið eisini og hoyrið eina nýggja granskarasøga hvønn dag – her fært tú millum annað at vita hvussu plantur samskifta. Eisini verur høvi at royna ‘virtual reality’ brillur. Við brillunum fært tú ‘ferðast’ víða um í Føroyum, uttan so mikið sum at fara av Tjóðsavninum. Harafturat hevur Jarðfeingi sett eina serframsýning upp, sum eitur: “Jørðin og Føroyar í jarðfrøðiligari tíð”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo