Føroyskar fyritøkur og einstaklingar hava verið djúpt í lummanum í kvøld, tá innsavning til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi var á skránni.
Heilar 3,3 milliónir krónur komu inn, og tað er metnógv.
Pengarnir sum komu inn fara fyrst og fremst til hjálpararbeiði ímillum neyðstødd í Sýria.
Tey sum lótu inn vóru við í lutakasti um ein bil, og tá avtornaði var tað Eyðgerð Niclasen úr Miðvági sum vann bilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo