BirkBloggur: Saul Útlendingur er okkara eygnavitni úr menniskjaskapta og heilt ítøkiliga helheimi, har avgreiddir kroppar verða nevndir stykki, ið verða roknað saman, so stykkið kann ganga upp. Menniskjað sum gud og djevul í einum, men fyrst og fremst sum stokksettur roknimeistari við dagslok.
Tað er kjarnin í Oscar virðislønta filminum Sonur Saul, sum Sólva Jónsdóttir innleiddi í Filmsfelagnum í gjárkvøldið. Seks sýningar verða afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo