Býráðið tók 6. november støðu til høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147.5 miljónir kr við P/F J&K Petersen um nýggja langhylin. Og longu í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.
Væntandi byrjar arbeiðið fyri jól við at rigga byggiplássið til, at hegnað økið av og byrja avgrevstur. Langhylurin skal verða liðugur í 2023.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði á samkomu um middagsleitið, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyska svimjing, bæði fyri breiddina og fyri úrvalsítróttina.
- Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og vit nú kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum, segði Annika Olsen.
Ein styrkin við hylinum er eisini, at havnarborgarar fáa atgongd til eitt vælveruøki við heitum hyli innandura, eins og til uttandura hyljar.
At enda ynskti borgarstjórin allarbestu eydnu og Harrans signing við byggingini og arbeiðnum sum heild, sum altso byrjar longu nú fyri jól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo